Maður handtikin fyri at hava dripið unga kvinnu

Unga kvinnan doyði í 2012, og málið hevur verið sera illgrunarsamt líka síðan tá

 

Løgreglan hevur í dag handtikið og skuldsett ein ungan mann í sambandi við eitt misteinkiligt mál um eina unga kvinnu, ið doyði í novembur 2012.

Løgreglan hevur gjørt fleiri húsarannsóknir í sambandi við málið, og maðurin skal til grundlógaravhoyringar í morgin.

Hesum boðar løgreglan frá beint nú, og løgreglan hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Málið hevur spøkt leingi

Seinasta summar boðaði løgreglan frá, at málið um Mariu Fuglø Christiansen varð tikið uppaftur til nýggja viðgerð. 16 ára gamla gentan varð funnin deyð á sjónum 21. november í 2012 við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund. Tá staðfesti eitt læknasýn av líkinum, at hon varð druknað. 

Líkið hjá ungu gentuni varð grivið uppaftur í 2013, og tað var gjørt sum liður í kanningararbeiðnum hjá løgregluni av ógvusligum kníválopi á Norðdepli í 2013, har ein 18 ára gamal maður stakk fýra fólk við knívi.