Maður og kona fongslað fyri kynsligan ágang móti dóttur

Brotsgerðin ímóti eini gentu skal hava verið framd yvir longri tíð, heldur løgreglan

Í longri tíð hevur ein genta í Føroyum verið fyri kynsligum ágangi. Tað heldur løgreglan, og í sambandi við kanningarnar av málinum eru ein maður og ein kvinna varðhaldsfongslað.

Kvinnan er mamma gentuna, upplýsir ákærumyndugleikin á Twitter. Hon er skuldsett fyri at hava viðvirkað til brotsgerðina, sum maðurin er skuldsettur at hava framt.

Kvinnan, sum er í tríatiárunum, varð varðhaldsfongslað á rættarfundi í Føroya Rætti í gjár. Fríggjadagin var maður hennara varðhaldsfongslaður.

Les eisini: Varðhaldsfongslaður fram til 8. apríl 

Bæði eru fongslað til 8. apríl, og hvørgin teirra hevur kært avgerðina, upplýsir Linda Hesselberg, varafúti, í telduposti.

Málið ímóti manninum snýr seg um fleiri geinar í revsilógini. Tað snýr seg um at gera sær dælt av sinnissjúku hjá einum persóni til at sníkja seg til samlegu við viðkomandi. Ein onnur grein snýr seg um samlegu við stjúkdóttir ella fosturbarn undir 18 ár.

Sum nevnt sigur løgreglan, at kvinnan hevur medvirkað, og hon verður harumframt skuldsett fyri at hava framt blignaðarskemd í ímóti gentuni.

– Skuldsetingarnar fevna yvir eitt langt tíðarskeið. Meira kann eg ikki upplýsa við atliti til kanningarnar, sigur Linda Hesselberg.

Kvinnan skal sita avbyrgd ta fyrstu tíðina av varðhaldsfongslingini.

Rættarfundirnir hava verið hildnir fyri afturlætnum hurðum. Tað verður ikki upplýst, hvørja støðu tey skuldsettu hava til skuldsetingarnar.

/ritzau/