Vakthavandi á politistøðini í Havn upplýsir, at talan var um eina handtøku í sambandi við, at ein persónur, sum skuldi inn at sita dóm mikudagin, ikki var møttur upp.
Løgreglan fór tí at leita eftir persóninum, og seinnapartin í dag bleiv hann so handtikin í húsunum á Grønlandsvegnum.
- Tað gekk alt friðarliga fyri seg og spældi væl av, sigur vakthavandi á politistøðini.