Mæla til at fáa palliativa deild

Síðani 2005 hevur eitt palliativt toymi og ein palliativ eind verið á Landssjúkrahúsinum, har pláss hevur verið fyri tveimum seingjarstovum. Nú mælir ein arbeiðsbólkur til, at vit fáa eina palliativa deild, har pláss verður fyri níggju seingjarstovum

Bjarni á Steig, yvirlækni, handar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum tilmælið (Mynd: Álvur Haraldsen)

Bjarni á Steig, yvirlækni, handar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum tilmælið (Mynd: Álvur Haraldsen)

– Vit ynskja, at alt Føroyar skal hava eins vilkor innan hetta øki. Tað hevur verið tiltrongt í hvussu er í 10 ár. Tað gamla álitið um hospice og palliatión, skuldi eftirmetast í 2003, men tað var ikki gjørt fyrr enn nú. Okkara tilmæli er at fáa eina palliativa deild, so at tað kann vera fyri allar palliativar sjúklingar – ikki bara krabbameinsjúklingar, men øll, sum hava eina ólekiliga, álvarsliga sjúku, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni í blóðsjúkum, intermedisin og palliatión.

##med2##

##med3##

Palliativ viðgerð

Bjarni á Steig handaði í gjár vegna arbeiðsbólkin landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, tilmælið um palliatión og hospice í Føroyum.

Palliativ viðgerð, røkt og umsorgan skal bøta lívsgóðskuna hjá sjúklingum og teirra avvarðandi, tá ið sjúklingurin hevur lívshóttandi sjúku. Hetta verður gjørt við at fyribyrgja og linna líðingina, sigur heimsheilsustovnurin WHO millum annað í allýsingini av palliatión.

Tað var fyrrverandi landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, ið setti ein arbeiðsbólk at gera hetta tilmæli.

Lurtið eftir samrøðuni við Bjarni á Steig, sum varð send á FM 1, við at trýsta á pílin undir myndini.

##med4##

##med5##

 

 

Bjarni á Steig, yvirlækni, handar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum tilmælið (Mynd: Álvur Haraldsen)

11 fakfólk hava verið í arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað tilmælið. Her eru tey avmyndað saman við Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Álvur Haraldsen)