Mæla til at leggja fleiri avgjøld á vinnulívið

– Tað kann eisini verða dýrari at hava hitapumpur í sethúsum og í bygningum

Myndugleikarnir eiga at leggja avgjøld á olju, sum vinnulívið brúkar, bæði vinnulívið á landi, og fiskiflotin.

Tað mælir ein arbeiðsbólkur til, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, setti at gera uppskot um, hvussu vit minka nýtsluna av olju og bensini, og leggja um til grøna orku

Arbeiðsbólkurin sigur, at avmarkaðir møguleikar hjá ídnaðinum á landi at leggja um til varandi orkukeldur í framleiðsluni, men pláss er kortini fyri batum.

– Fyri at eggja til minni orkunýtslu í ídnaðarvinnunum, eigur umhvørvisgjald at verða lagt á oljunýtsluna. Eitt umhvørvisgjald fer at eggja til orkusparing og umlegging til varandi orku, sigur arbeiðsbólkurin.

Hinvegin eru møguleikarnir at skerja útlátið frá skipum enn meira avmarkaðir enn fyri uídnaðin á landi, tí enn eru at kalla ongir aðrir møguleikar enn motorar, sum brúka olju.

– Onkrir møguleikar eru so smátt við at koma fyri skip og bátar, ið sigla styttri teinar, og loysnir fara við tíðini helst eisini at vera fyri longri teinar.

– Umhvørvisgjald eigur at verða lagt á oljunýtsluna hjá skipum. Eitt umhvørvisgjald fer at eggja reiðarum til orkusparing og at leggja um til umhvørvisvinarligari loysnir, sigur arbeiðsbólkurin.

Samstundis verður mælt stuðla uppundir, at skipaflotin verður endurnýggjaður, og at gera ábøtur, soleiðis at oljunýtslan minkar.

 

Les eisini: Føroyingar skulu pískast til at spara olju og bensin

 

Myndugleikarnir eiga at tryggja, at tey, sum byggja nýggj skip, og tey, sum gera íløgur í orkusparandi skipanir á verandi skipum, eiga at fáa betri fíggingarmøguleikar

– Strembast skal eftir at skifta flotan út so líðandi, tí nýggj skip við nýggjastu motortøknini hava væl minni orkunýtslu enn eldru motorarnir.

Arbeiðsbólkurin mælir samstundis til at leggja umhvørvisgjald á F-gass fyri at minka nýtsluna munandi.

– Nýtslan av F-gassi, serliga HFC gassi, er økt munandi seinnu árini. F-gass eru sera sterk vakstrarhúsgass, sum hava fleiri túsund ferðir so stórt upphitingarevni sum CO2 og tey verða serliga nýtt í køliskipanum umborð á skipum, hitapumpum, og øðrum, sigur arbeiðsbólkurin. Í øðrum londum er avgjald á hetta gallið, men tað er tað ikkií Føroyum.