Mælir til revsitiltøk móti Íslandi og Grønlandi

- Hetta drálaríið má halda uppat, um tryggjast skal ein burðardygg makrelveiða í framtíðini, sigur formaðurin í Danmarks Pelagiske Produsentorganisation.

 

At MSC-góðkenningin er tikin aftur, kemur eitt nú donskum vinnulívi aftur um brekkur.

At MSC-góðkenningin er tikin aftur, kemur eitt nú donskum vinnulívi aftur um brekkur.

 

Russiskur, íslendskur og grønlendskur fiskiskapur skapar órógv hjá Danish Seafood Association. Veðurlagsbroytingar fáa makrelin at taka seg longur norður enn vanligt, og hetta hevur við sær, at Ísland, Grønland og Russland taka nógv av makreltilfeinginum.

Makrelveiða í Norðuratlantshavi er skipað í avtalu millum ES, Noreg og Føroyar. Avtalan, sum ásetir og býtir samlaðu makrelkvotuna, tryggjar eina burðardygga veiði. Tískil hevur Marine Stewardship Council (MSC) eisini kunnað góðkent veiðina sum burðardygga.

Men, tað ger MSC ikki longur, nú Ísland, Grønland og Russland áseta sínar egnu makrelkvotur við tí úrsliti, at meira makrelur verður veiddur, enn havgranskarar meta vera ráðiligt. 

Tískil er eisini MSC-góðkenningin, sum makrelurin hevði, tikin aftur.

- At góðkenningin er tikin aftur, kemur eitt nú donskum virkjum, sum virka makrel, aftur um brekkur, skrivar danska fíggjarávísin, Børsen.

Stjórin í Danish Seafood Association, Poul Melgaard Jensen, vísir á, at marknaðurin leggur stóran dent á burðardyggleika, tá ræður um fiskavørur, og tá góðkenningin er burtur, viknar marknaðurin fyri makrel, samstundis sum aðrar vørur, ið eru burðardyggar, vinna fram.

Kystmagasinet.no vísir á, at Grønland, Ísland og Russland hava sett sær sjálvum makrelkvotur, sum tilsamans eru fleiri enn 300.000 tons. Víst verður á, at kvotan, sum Ísland hevur ásett sær, er á 140.000 tons, og Grønland hevur ásett sær eina kvotu á 70.000 tons.

Hetta merkir, skrivar kystmagasinet.no, at Grønland hevur eina kvotu, sum er tríggjar ferðir so stór, sum danska kvotan er - og næstan líka so stór, sum kvotan hjá Írlandi, ið er 78.000 tons.

Espen Sverdrup Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Produsentorganisation (DPPO), hevur sambært Fiskeri Tidende ellivu stór uppsjóvarskip sum limir.

- Danskir, norskir og evropeiskir fiskimenn virða kvotur og lóggeving í altjóða avtalum. Men, Grønland, Ísland og Russland fiska nú so nógv av makrelstovninum, at fiskiskapurin sambært MSC ikki longur er burðardyggur.

Espen Sverdrup Jensen heldur, at ES kann áleggja Grønlandi og Íslandi revsitiltøk, men hevur einki gjørt. Hann heldur, at hetta drálaríið má halda uppat, um tryggjast skal ein burðardygg makrelveiða í framtíðini. 

##med2##

 

 

 

At MSC-góðkenningin er tikin aftur, kemur eitt nú donskum vinnulívi aftur um brekkur.

Espen Sverdrup Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Produsentorganisation.