- Mær dámar henda bygningin sera væl

Fleiri skúlabyggingar eru í gongd í løtuni, harav Skúlin á Fløtum er nógv tann størsta verkætlanin.

 

 

Seinni árini hava fleiri stórar skúlaverkætlanir verið í gongd í Føroyum, og felags fyri hesar er, at tær nú líða móti endanum. Tað merkir, at nógvir handverkarar verða tøkir til aðrar uppgávur um teir arbeiðstakarar, sum eru partur av hesum verkætlanum, hava onnur arbeiði at fara til.

Millum skúlaverkætlaninar er Skúlin á Fløtum í Havn nógv tann størsta. Men, bæði á Oyrarbakka, Fuglafiðri og í Klaksvík eru eisini stórar skúlaverkætlanir í gongd, sum verða lidnar í seinasta lagi í 2020/ 2021.

Í fjør heyst stóð Skúlin á Fløtum innilokaður, og hann skal sambært ætlanini standa klárur at taka í nýtslu í summar. Hetta verður Føroya størsti fólkaskúli, og sambært byggiánaranum, sum er Tórshavnar kommuna, hevur arbeiðið at byggja skúlan gingið sum eftir ánni.

Á Skúlanum á Fløtum fara at ganga einir 850 næmingar, og her fara at arbeiða eini 100 starvsfólk. Soleiðis fara út við 1000 fólk at hava sína dagligu gongd á skúlanum hvønn yrkadag.

Seinasta árið hevur verið arbeitt við tí, sum eftir var at stoypa, tekju, framsíðum, og eisini hevur verið arbeitt dúgliga inni í bygninginum við eitt nú HVS, el, innveggjum og gólvum. Skúlanæmingar hava verið við til at planta trø og hava soleiðis verið við til at gróðurseta lív og trivnað í nýggja skúlaumhvørvinum.

Tað eru feløgini, Articon og Búsetur, sum saman eiga høvuðsarbeiðstøkuna í hesi velduga stóru skúlaverkætlan, og harumframt eru fleiri undirveitarar knýttir at verkætlanini.

Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur, sigur, at feløgini gjørdu av at bjóða upp á Skúlan á Fløtum saman, og hann heldur, at samstarvið sum heild hevur gingið væl. - Sjálvandi hava tað verið onkrar avbjóðingar, men vit halda, at hetta er ein leistur, sum hevur riggað eftir ætlan.

- Ein orsøk til, at vit valdu at vera saman við Articon um hesa stóru byggiverkætlan, er, at bæði feløgini eisini hava havt aðrar uppgávur og arbeiðstøkur, samstundis sum Skúlin á Fløtum er bygdur.

Stjórin í Búsetur heldur tað vera skilagott, at feløgini her hava prógvað, at tað ber til at sláa seg saman um eina so stóra byggiverkætlan. - Í løtuni eru eitt nú málarar og elektrikarar í gongd, og her verður eisini arbeitt við loftum, veggjum og montering av hurðum.

Nýggi skúlin á Fløtum verður á ymiskan hátt ein ógvuliga spennandi og flottur bygningur.

- Jú, hetta er ein serstakur skúli við nógvum byggitekniskum avbjóðingum, og bygningurin við sínum 11.600 fermetrum tekur seg væl út í umhvørvinum.

Sjúrður Holm heldur, at skúlin sum bygningur bæði er sermerktur og vakur - uttan eins væl og innan. - Mær dámar henda bygningin sera væl, og eg haldi, at hann bæði er flottur og stórsligin - ikki minst við opna umhvørvinum í miðjuni, sum gongur heilt upp í tróðurið, sigur stjórin í Búsetur.

Í Sosialinum í dag er stórt serblað um byggivinnu, og her verður gjørt burtur úr ymiskum stórum verkætlanum, sum eru í gongd í løtuni, og sum flestar verða lidnar í hesum árinum. Her eru eisini samrøður við fleiri partar í byggivinnuni.