Pál svam seg í HM finalu

Pál Joensen átti sættu bestu tíð, tá hann fyrrapartin svam seg í finaluna 800 m í heimsmeistarakappingini í Barcelona.

Pál Joensen átti sættu bestu tíð, tá hann fyrrapartin svam seg í finaluna 800 m í heimsmeistarakappingini í Barcelona.

 

Tíðin hjá Pál Joensen var 7:50:81.

 

Teir átta í finaluni í 800 m frí í morgin eru hesir:

 

Connor JAEGER

Yang SUN

Ryan COCHRANE

Michael MCBROOM

Oussama MELLOULI

Pál JOENSEN

Gregorio PALTRINIERI

Jordan HARRISON

 

Finalan er í annaðkvøld 31. juli 2013. Finalurnar eru frá klokkan 17:00 til 19:10 føroyska tíð, har 800 frí er síðsta kapping. HM í svimjing kann síggjast  millum annað á Eurosport, SVT2 og NRK2.