Magin var fullur av ormi

Rundormur er ein snultari - ella sníkur - sum fólk kunnu fáa í seg, tá tey eta gamlan mat, sum er illa kókaður.

Tað er ikki tespiligt at ganga við hesum í maganum. Ormarnir kunnu gerast 30 sentimetrar langir.

Tað er ikki tespiligt at ganga við hesum í maganum. Ormarnir kunnu gerast 30 sentimetrar langir.

 

Tað er ikki vanligt, at ultraljóðmyndir av búkinum vísa annað enn eitt friðarligt umhvørvi, og er talan um kvinnu, sum er við barn, vísa myndir og ljóð hjartasláttur hjá tí ófødda. Men, hjá einum 20 ára gomlum manni úr New Delhi í India var upplivingin við ultraljóði av maganum alt annað enn hugnalig.

Maðurin hevði kært seg um magapínu, og hann hevði verið til fleiri kanningar. At enda gjørdi læknin av, at ultraljóð skuldi takast av maganum. Tá hetta varð gjørt, gjørdust bæði sjúklingur og læknar ræðsluslignir. The new England journal of Medicine skrivar, at myndirnar vístu nevniliga, at magin var fullur av ormum.

Hetta høvdu læknarnir slett ikki roknað við, tí fyrstu kanningarnar høvdu nevniliga víst, at maðurin hevði ov nógv hvít blóðlikam, sum í flestu førum er eitt tekin um ígerðarsjúku. Onnur tøl vóru eisini av lagi, og okkurt av hesum tølum kendi bent á fleiri ting, eitt nú at maðurin møguliga hevði blóðkrabba.

Men, tá til stykkis kom, vísti tað seg, at einki av hesum var rætt. Hinvegin vístu ultramyndirnar ein rørskapaðan "struktur", sum flutti seg aftur og fram í maganum.

Læknarnir skriva í frágreiðing í The new England journal of Medicine, at royndir av skarninum hjá manninum eisini vístu gitin egg frá rundormi av slagnum, Ascaris lumbricoides, ið kann gerast einar 30 sentimetrar langur. 

Rundormur er ein snultari - ella sníkur - sum fólk kunnu fáa  í seg, tá tey eta gamlan mat, sum er illa kókaður. Hetta sæst serliga í djórum, sum róta nógv í jørðini sum eitt nú grísar gera. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at fólk í nógvum londum ikki leggja so nógv í svínakjøt.

Til alla lukku fyri mannin, sum gjørdist so ógvusliga fongdur við nevndu ormum, kom hann á sjúkrahús. Her fekk hann heilivág, sum skjótt ger, at ormurin sleppur sær út gjøgnum baktarmin. Eitt samdøgur eftir innleggingina varð hin 20 ára gamli útskrivaður aftur og hevði tað eftir umstøðunum gott.

Tað er ikki tespiligt at ganga við hesum í maganum. Ormarnir kunnu gerast 30 sentimetrar langir.