Magn er ikki til sølu kortini

– Tíðindini, sum bórust á RÚV um, at dóttirfelagið hjá Skeljungi, P/F Magn, var í ferð við at verað selt, eru ikki sonn.

 

 

Soleiðis sigur íselendska felagið Skeljungur í fráboðan til virðisbrævamarknaðin fyrr í dag. Íslendska oljufelagið avsannar harvið tíðindi um sølutilgongdina av føroyska dóttirfelagnum.

Í boðunum verður sagt víðari, at í tíðindunum hjá íslendska ríkisútvarpinum varð víst til, at talan var um eina bygnaðarbroyting hjá Skeljungi.

– Hetta er ikki satt, tá eingin avgerði er tikin um nakrar bygnaðarbroytingar, skrivera felagið í fráboðanini.

Í eini samrøðu við ViðskiptaMoggann (Morgunblaðið) fyrr í mánaðinum segði Jón Ásgeri Jóhannesson, nevndarformaður í Skeljungi, at tað var møguleiki fyri at selja felagsins dóttirfelag í Føroyum, P/F Magn.

Íløgur í Bretlandi verða eisini umhugsaðar. Men um tað er eingin avgerð tikin enn, segði hann.