Magnar royndi at vera heimleysur í 24 tímar

VIDEO: Her kanst tú síggja, hvussu tað gekk honum

Hvussu man tað vera at vera heimleysur í Havn í 24 tímar uttan pengar og mat? Hendan spurningin setti 36 ára gamli Magnar Ennistíg sær sjálvum fyri nøkrum vikum síðani. Hóast 24 tímar ikki eru nógv í mun til øll tey, sum einki heim hava, so vildi hann fáa eitt lítið innlit í, hvussu tað er at liva á gøtuni.

Fyri at finna út av tí var einki annað at gera enn at royna tað. Magnar Ennistíg tók tað sum eina avbjóðing og fór út klokkan 16 síðsta hósdag uttan pengar.

Tað einasta hann hevði við sær, var snildfonin. Hann hevur dokumenterað alla avbjóðingina við video, og tú kanst síggja, hvussu tað gekk, her: 

##med2##

24 HOURS HOMELESS... CHALLENGE ACCEPTED