Vit skulu eta meiri fisk og drekka meiri vatn

Fólkaheilsuráðið fær meiri pengar at arbeiða við næsta ár og hann skal brúkast til at eggja føroyingum til at fáa sær betri vanar

 

- Hvør króna kemur væl við.

Tað sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, nú landsstýrið ætlar at hækka játtanina til ráðið 400.000 krónur næsta ár.

 

Pál Weihe staðfestir, at hvat fólkaheilsu viðvíkur, eru vandarnir hjá okkum teir somu, sum aðrastaðni, nevniliga royking, rúsdrekka, rørsla og kostur.

 

- Fólkaheilsuráðið hevur seinastu árini gjørt nógv átøk fyri at minka um talið av roykjarum.

 

- Vit hava eisini sæð eina spakuliga minking, men heilt óvæntað tykist talið á vaksnum roykjarum nú at kvinka uppeftir aftur við tað, at 27% siga seg roykja hvønn dag.

 

- Hetta er alt ov nógv, helst tá ið vit samanbera okkum við grannalond.

 

Pál Weihe sigur, at sostatt er royking eitt økið, Fólkaheilsuráðið eigur at leggja stóran dent á.

 

Hinvegin er rúsdrekkanýtslan í Føroyum ikki stór í miðal, tá ið hugsað verður um okkara grannalond

 

Men við tað, at ein stórur partur av Føroya fólki er avhaldsfólk, eru tað helst onnur, sum drekka illa.

 

Fólkaheilsuráðið má tískil undir eitt átak at minka talið á teimum, sum drekka illa, sigur formaðurin.

 

Sundhedsstyrelsen hevur skerpað tilmæli um, hvussu nógv tað er ráðiligt at drekka. Sostatt verður mælt til, at mannfólk ikki drekka meiri enn 14 alkoeindir um vikuna og konufólk ikki meiri enn 7.

 

Hinvegin hevur Fólkaheilsuráðið mælt føroyingum til at "drekka sum minst", tí at vit kenna ikki lægsta markið fyri, hvussu nógv alkohol krevst fyri at økja um vandan fyri krabbameini.

 

Fólkaheilsuráðið fegnast um, at nógvir føroyingar eru farnir at renna, men tey halda kortini, at alt ov nógv fólk eru púra likamliga óvirkin.

 

- Nýggj gransking bendir nú á, at sjálvt eitt sindur av rørslu ger stóran mun, heldur enn at sita stillur altíð við eitt skriviborð á arbeiðinum, í bili og og  framman fyri sjónvarpinum heima.

 

Tí  fer Fólkaheilsuráðið at eggja fólki til at røra seg meiri

 

Danska Fødevarestyrelsen er komin við nýggjum tilmælum um kost og har verður mælt til at eta fjølbroytt, at eta minni kjøt og meira fisk og at drekka vatn.

 

 - Hetta hóskar væl í Føroyum, tí fiskin og hava vit góðan og vatnið smakkar væl. og Fólkheilsuráðið vil arbeiða fyri, at hesi ráð fáa undirtøku í Føroyum, sigur Pál Weihe.