Vetrar Jazz 2015 á Nørrebro Jazzklub

Nørrebro Jazzklub skipar í vetur fyri tveimum vetrartónleikaframførslum, sum Osram húsið fer at hýsa. Í fyrstu atløgu verður djasstónleikarin Kim Kristensen við føroyska bólki sínum Alda Magna at hoyra.

Skrivað hevur Símun úr Konoy

Skrivað hevur Símun úr Konoy

Vetrar Jazz 2015 á Nørrebro Jazzklub
Nørrebro Jazzklub skipar í vetur fyri tveimum vetrartónleikaframførslum, sum Osram húsið fer at hýsa. Í fyrstu atløgu verður djasstónleikarin Kim Kristensen við føroyska bólki sínum Alda Magna at hoyra.
 
Kim Kristensen er sera kendur millum mong, men eru tað fleiri, sum ikki kenna til hann. Kristensen verður ofta lýstur sum ein ”einfari í donskum djassi”, harafturat sigst rødd hansara at vera ein av teimum meira sermerktu innan djassheimin.
Hann er viðurkendur fyri sín hugfloygda, sjáldsama, men kensluborna og ljómandi tónleik.
 
Klaverleikarin og tónaskaldið Kim Kristensen hevur havt eina sera skapandi yrkisleið innan djasstónleik, og hann hevur gjøgnum árini arbeitt saman við tónleikarum sum m.a. Marilyn Mazur, Klavs Hovman, Jens Winther, Thomas Agergaard og Michael Mantler. Serliga er hann kendur í umhvørvinum sum danskur tangent-tónleikari, har farið var í dýpdina við nýtslu av ljóðborði í modernaðum djassi. Í 2009 flutti Kim Kristensen í eitt tíðarbil til Føroyar, og tað er tí sjáldsamt, at danska áskoðarafjøldin fær møguleikan at hoyra rødd hansara. Nú er møgleikin tó har, eftirsum hann fer at spæla til fyrsta part av vetrartónleikaframførslunum saman við bólki sínum Alda Magna. Kristensen fer at leika á "rhodes" og ljóðborði, Leivur Thomsen spælir gittara, Bjarki Meitil fer at spæla el-bass og Rógvi á Rógvu spælir trummur.