TIÐINDI     SOSIALURIN

Diamantbrúdleyp



Signa er ættað úr Syðrugøtu og er dóttir til Petru og Jóhannes Mikkelsen. Hon er næstelst í einum systkinaflokki við trimum systrum og einum beiggja. Sum ung fór hon til Havnar at arbeiða. Hon var á sjómansheiminum ,og eisini tænti hon hjáJens á Reyni. Tá hon giftist, var hon heimagangandi í nógv ár, og tá øll børnini vóru væl og virðiliga floygd, fór hon at arbeiða á Lynfrost.


Søren Jacob er føddur í Rituvík, sonur til Rakul og Joen Magnus Lamhauge. Tey vóru átta systkin, seks brøður og tvær systrar. Sum hálvvaksin fór hann til sjós. Hann fekk tokka til havið, og gjørdist tað hansara starv í nógv ár. Í 1958 fór hann at arbeiða sum timburmaður. Tey seinastu árini av arbeiðslívinum arbeiddi hann á Lynfrost, fyrst sum handverkari, og seinni eisini í framleiðsluni saman við Signu.