Magnus Heinason og Jákup Sverri vera til fiskiskap í senn

Jákup Sverri er handaður fiskimálaráðnum og er klárur til fiskiskap

Ósemjan millum Sjóvinnustýrið og Fiskimálaráðið varð herfyri av, og Jákup Sverri varð í dag handaður Fiskimálaráðnum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, váttar, at Jákup Sverri er latin teimum í dag, og at skipið fer í sigling, so skjótt Havstovan heldur, at hann skal í sigling.

Fyrsta uppgávan verður kortini at kalibrera Jákup Sverra, áðrenn hann fer undir vanliga sigling.

– Teir skulu kalibrera hann, sum tað eitur, sigur Jacob Vestergaard.

– Teir hava havt Magnus Heinason í áravís. Nú skulu teir gera metingar um, hvat nýggja skipið fiskar í mun til Magnus Heinason. Teir skulu samanbera úrslit frá yvirlitstrolingum.

Hetta merkir eisini, at bæði Magnus Heinason og Jákup Sverri skulu til fiskiskap í senn, og tí verður onnur manningin umborð á Magnusi Heinasyni, meðan hin fer umborð á Jákup Sverra.

Jacob Vestergaard veit kortini ikki at siga, hvørt kalibreringin fer at fara fram nú, ella um Jákup Sverri fer í sigling nú, tí vit eru komin út á veturin.

– Men skipið er klárt, skrásett og mannað, so tað kann fara í sigling, tá tørvur er á tí. Men hyggur tú eftir syklusinum hjá Magnus Heinason, so gjørdu teir ikki kanningar um hesa ársins tíð. Teir startaðu ikki fyri enn í februar ella mars mánaði, sigur Jacob Vestergaard.

Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýri hava annars verið ósamd um, hvussu Jákup Sverri skuldi skrásetast. Jacob Vestergaard metir, at Jákup Sverri er eitt fiskiskip, meðan Sjóvinnustýrið vildi skráseta Jákup Sverra sum handilsskip.

Sum Kringvarpið boðaði frá mánadagin, var ósemjan komin at enda, og úrslitið varð, at Jákup Sverri varð skrásettur sum handilsskip, meðan manningin kann mynstra sum fiskimenn.