Fagrasta veður til kappróðurin

Men á Voxbotn verður grátt.

Veðrið í Havnini komandi 48 tímarnar

Veðrið í Havnini komandi 48 tímarnar

Norska veðurstovan yr hevur blandaði tíðindi at bera teimum, sum eru spent um veðrið á Tvøroyri og í Havn í dag. Góðu tíðindini er so, at tað verður turt seinnapartin, í kvøld og í nátt.

 

Á Tvøroyri eru útlit fyri góðum veðri. Tað verður turt, sólin kagar fram seinnapartin og tað verður millum 10 og 12 stig allan dagin. Eitt lítið lot av suðri verður undir kappróðrinum, men í kvøld og í nátt øtlar hann vindin upp í eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi.

 

Líka frægt verður veðrið neyvan í høvuðsstaðnum. Sambært norsku veðurfrøðingunum fer at slíta í seinnapartin, men neyvan sæst sólin, tað verður mjørki og skkýggjað. Hitin verður um 10 stig í dag, men í kvøld og í nátt fellur hann niður í sjey stig. Hann makar tó vindin, sum dagurin líður og í kvøld verður einans eitt gul av landsynningi, men í nátt øtlar hann vindin aftur upp í eitt gil til stívt andøvsgul av eystri. Tó, sum sagt, tað verður turt.