Mánabústaður skal roynast í Grønlandi

Tveir rúmdararkitektar eru í løtuni í holt við eina forvitnisliga verkætlan í Norðurgrønlandi, har teir skulu búgva í 91 samdøgur.

Her eru flutninings- og samskiftismøguleikar næstan líka avmarkaðir sum á Mánanum.

Her eru flutninings- og samskiftismøguleikar næstan líka avmarkaðir sum á Mánanum.

 

Tveir danskir rúmdararkitektar eru í løtuni í Norðurgrønlandi, har teir gera royndir við einum mánabústaði, sum hugsandi skal brúkast á Mánanum í framtíðini. Rúmdararkitektarnir hava sambært Sermitsiaq áður rópt hesa sendiferð "lívsvandamikla".

Rúmdararkitektarnir eru Karl-Johan Sørensen og Sebastian Aristotelis Frederiksen, og teir skulu eftir ætlan búgva í mánabústaðnum í 91 samdøgur. Rúmdarbústaðurin stendur við útdeyðu bygdina, Moriusaq í Norðurgrønlandi.

- Vit valdu júst hetta staðið, tí tað er týdningarmikið, at verkætlanin fer fram í einum umhvørvi, sum líkist og háttar sær sum skorpan - ella yvirflatan - á Mánanum. Her eru nakrir eindømis eginleikar, sum kunnu samanberast við umstøðurnar á Mánanum.

Teir vísa á, at landslagið um hesar leiðir í Norðurgrønlandi er oyðið og lívleyst, og sólin fylgir ikki vanligu samdøgurtímunum. Í staðin fyri at vera í rúmdardrakt, er neyðugt at vera í polardrakt fyri at yvirliva kuldan.

Rúmdararkitektarnir hava eisini víst á, at í Norðurgrønlandi er ikki neyðugt at látast sum um, at teir eru avskornir frá umheiminum, tí her eru bæði flutningsmøguleikar og samskiftismøguleikar næstan líka so avmarkaðir sum á Mánanum.

 

 

 

Her eru flutninings- og samskiftismøguleikar næstan líka avmarkaðir sum á Mánanum.