Mangla leigubýlistuðul

– Vit mangla at fáa leigubýlistuðul í Føroyum. Um tað hevði verið gjørt, so hevði ein partur av trupulleikunum við bústaðarneyðini verið loystur, sigur Elin Hentze, forkvinna í áhugafelagnum Búgva

Elin Hentze, talskvinna hjá Búgva og eisini nevndarlimur í bólkinum, sum skrivaði frágreiðingina um bústaðarpolitisk átøk (Mynd: privat)

Elin Hentze, talskvinna hjá Búgva og eisini nevndarlimur í bólkinum, sum skrivaði frágreiðingina um bústaðarpolitisk átøk (Mynd: privat)


Elin Hentze, sum eisini var við í arbeiðsbólkinum, sum skrivaði frágreiðingina um bústaðarpolitisk átøk, ið varð løgd fram fyri einari viku síðani, vísir á, at bústaðarstøðan ofta er serliga trupul hjá teimum, ið eru láglønt.

– Í Danmark er skipanin við leigubýlistuðli galdandi. Tað er tó ikki soleiðis, at ein og hvør kann fáa leigubýlisstuðul, men hugt verður eftir leigukostnaðinum, talið av vaksnum í húskinum, og samlaðu inntøkuni. Til dømis hevði ein láglønt einlig mamma við trimum, fýra ella fimm børnum kunna fingið stuðul til leigubústað. Í Føroyum hevði ein partur av bústaðarneyðini verið loystur, um summar familjur høvdu kunnað fingið leigubýlistuðul at goldið ein part av leiguni við, sigur Elin Hentze. Vanliga er slíkur leigubýlisstuðul galdandi bæði fyri almenna og privata leigu.   

Oddagongufólk

Elin Hentze í Havn er ímyndin og eitt av oddagongufólkunum hjá teimum, ið hava stríðst fyri øðrvísi og bíligari bústaðarmøguleikum.

23. februar í 2017 stovnaði hon kjakbólkin “Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum” á Facebook, og tríggjar mánaðir seinni saman við øðrum áhugafelagið Búgva, sum hevur facebookbólkin “Búgva – Limir”, har kunning um virksemið hjá Búgva finst.

Síðani tá hevur Búgva eisini stovnað ein ungdómsbólk, “Búgva – Ung”.

Harumframt er bólkurin “TakÁtøk” sprottin úr Búgva, men hetta er ein sjálvstøðugur bólkur fyri tey, sum kundu hugsað sær at arbeitt meiri miðvíst við ymiskum átøkum fyri at betra um bústaðarviðurskiftini í Føroyum.

 

Lesið alla greinina í vikuskiftissosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.

Elin Hentze, talskvinna hjá Búgva og eisini nevndarlimur í bólkinum, sum skrivaði frágreiðingina um bústaðarpolitisk átøk (Mynd: privat)