MAP Arkitektar og SNA Arkitektur vunnu Stórutjørn

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Tað gjørdist til tveir vinnarar, tá Tórshavnar kommuna í dag boðaði frá, hvørji arkitektatoymi áttu vinnandi uppskotini til heildarætlan fyri nýggja býlingin fyri Stórutjørn.

Aðra av fyrstuvirðisløn átti toymið hjá MAP arkitektum, sum átti ætlanina Bygdin í býnum, og hina fyrstuvirðisløn átti toymið hjá Selmar Nielsen Arkitekti, hvørs uppskot æt Oyggjar á heiði.

Nógv fólk var komið saman á loftinum í Müllers pakkhúsi til handanina, og eisini fingu gestirnir høvi at síggja ætlanirnar, ið hanga á vegginum har.

Bæði vinnarauppskotini fingu 300.000 krónur í part, meðan hini bæði uppskotini fingu 100.000 krónur í part fyri keyp av hugskotum.

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, greiddi soleiðis frá uppskotinum hjá Selmar Nielsen arkitekti:

- Verkætlanin Stóratjørn – oyggjar á heiði, vísir á sannførandi hátt ein nýggjan hátt at skipa býarkenda bygging við atliti at bæði lendinum har bygt verður og at umhvørvinum og felagsskapinum, sum byggingin skal vera karmur um.
- Byggingin er regluføst skipað sum oyggjar, við íblástri úr eyðkennum og mynstrum sum eru í Hoyvík og við kirkjugarðinum í grannalganum.
- Byggingin er skipað í oyggjunum og økið uttanum eru nærum “órørt”.
- Syðstu oyggjarnar báðu megin innkomuvegin verða bústaðar- og miðstaðarbygging, meðan tær norðastu verða til vinnu.
- Ítróttahentleikar eru staðsettir vestanfyri innkomuvegin.
- Vegasamband er til alt økið frá Klingruni yvir til økið vestanfyri innkomuvegin, við einum høvuðsvegi við síðuvegum.
- Gangandi og súkklandi kunnu bæði nýta høvuðsvegin og gøtuskipaninar, sum á einfeildan hátt knýta dalin í grøna geiran sunnanfyri Klingruna.
- Oyggjarnar eru greitt avmarkaðar í lendinum við vallgørðum móti suðri og vestri, og tryggjar hetta góð mikroklimatisk viðurskifti innanfyri byggingina, samstundis sum stórt frælsi er í mun til skipanina av hvørjari oyggj.
- Vallgarðarnir kunnu skapast og samskipast við gerð av infrakervinum og byggingini.
- Ymisku oyggjarnar kunnu hava ymisk býtið millum sethús, randarhús og íbúðir og dám annars.
- Yvirskipað sæð eru smáu løkirnir gjøgnum oyggjarnar varðveittir, og verður víst á møguleikan fyri at regn frá tekjum verður leitt í hesar.
- Ætlanin er vælegnað at stýra menningini í ymiskum tíðarskeiðum og umfatar eina stig fyri stig menning av økinum.
- Soleiðis fara íbúgvar í einari “lidnari” oyggj ikki verða órógvaðir óneyðuga nógv, tá ið næstu oyggjarnar verða bygdar.
- Vinnuøkið og ítróttarøkið er eisini skipað í oyggjar, men øðrvísi. Her kann hvør oyggj vera ein størri bygningur við parkering ella ein bólkur av bygningum uttan vallgarð uttanum.
Avbjóðingar eru í mun til lendið, og vísir uppskotið hvussu smærri anlegg betri kunnu lagast eftir lendinum enn størri anlegg, og hvussu arbeiðast kann víðari í mun til rúmliga avmarking orsakað av atkomu til náttúruna.
- Ítróttaøkið er eisini skipað út frá hugsanini um væl skipað oyggj, har kravda parkeringin verður lagd afturat hvørjari einstakari oyggj, so samlaða parkeringin ikki sýnist so stór.
- Atkoma frá ítróttaøki til Stórutjørn sýnist tó ikki nøktandi loyst.

##med2## 

Eisini greiddi Marin Katrina Frýdal frá uppskotinum hjá MAP arkitektum:

- Uppskotið lýsir eina sera greiða og umhugsaða støðutakan til bygging á økinum við hollari fatan av dygdum, møguleikum og avmarkingum, sum eru til staðar. Uppskotið vísir sannførandi á ymiskar og nýggjar mátar at skipa bygging og sosialar felagsskapir undir slagorðunum: Livandi – Berandi – Keypandi.
- Bústaðarøkið er staðsett á økinum eystanvert nýggja innkomuvegin og ítróttarøkið, stórhøll og vinnuøkið á økinum vestanvert vegin.
- Uppskotið tekur støði í, at byggingin liggur á skiftisøkinum millum bý og frílendi.
- Uppskotið sýnir stóra virðing fyri landslagnum, náttúru- og mentanareyðkennum.
- Byggingin sum heild er merkt av einari greiðari, avgjørdari sniðgeving í góðum samlagi við lendið.
- Bústaðarøkið er bundið í býarvegakervið í kjørklingruna við Klingruna/Løgmannabreyt.
- Vinnuøkið vendir sær meira til alt landið, enn til lokaløkið, og er bilatkoman til vinnuøkið frá innkomuvegnum.
- Í sjálvum bústaðarøkinum er eitt væl útbygt gongu- og súkklugøtukervi, sum bindir samband millum býlingarnar og frílendið á økinum. Hetta gøtukervið verður eisini knýtt saman í gøtukervið heilt oman í býin.
- Bústaðarbyggingin er skipað sum býlingar við ávikavist “túnhúsum”, “kráum” og raðhúsum.
- Slagorðini Livandi – Berandi – Keypandi ger upp við kendu byggiharra- og eigarasiðvenjuna.
- Byggingin er skipað í eindir, sum passa væl til bygging í stigum.
- “Túnhús”-býlingarnir leggja upp til, at íbúgvarnir gerast partur av einum tøttum sosialum felagsskapi. Hetta er ein búháttur sum er lítið royndur áður, og sum eyðsæð kann menna sterk sosial sambond, samstundis sum hann er avbjóðandi í mun til at seta mark millum privatlív og felagslív.
- “Kráirnar” liggja sum ein “hestaskógv-rond” framvið heygseggini. Inni í kráunum er eitt stórt bilfrítt øki, sum kann skipast til felags endamál eins og til privat útiøki. Eitt stórt felags parkeringsøki er lagt sum belti millum atkomuvegin og byggingina.
- Raðhúsini á hamaranum liggja sum framhald av randarhúsunum Inni á gøtu, og liggja væl í mun til útsýni, sól, fríøki og til lívd fyri útsynningi.
- Vinnuøkini eru skipaði í tveir bólkar í mun til lendisskapið.
- Ítróttarøkið fevnir um tríggjar stórar hallir til ymsar ítróttargreinar, umframt matstovu- og hentleikar. Vegasambandið millum vinnu-, ítróttar økini og stórhøll er ivasamt, eftirsum tað einans er av landsvegnum.

 ##med3##

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna