Margretha vann 550.000 krónur

- Eg ætli at keypa mær ein bil fyrst, segði hepni vinnarin í Gekka-spælinum í kvøld.

Myndin av Margrethu Lív Olsen, sum gjørdist hepni gekka-vinnarin í kvøld, er av hennara Facebook-síðu.

Myndin av Margrethu Lív Olsen, sum gjørdist hepni gekka-vinnarin í kvøld, er av hennara Facebook-síðu.

Tað var ein øgiligur rómur at hoyra, tá Margretha Lív Olsen í Sørvági í fyrstu royndini í Gekka-spælinum í kvøld rakti plett. Hjólið steðgaði beint á gula leypinum, har 550.000 krónur vóru í.

Hon fekk fulla plátu í kvøld og slapp at snara gekka-hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 1,65 miljónir krónur, og Margretha Lív Olsen úr Sørvági valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar.

Tá gekka-hjólið longu í fyrsta drátti steðgaði á gula leypinum, var ein øgiligur rómur og skríggj at hoyra, har ikki færri enn sjey fólk spældu Gekk saman. - Áh my Good, túsund, túsund takk, segði fegna kvinnan.

Tá gekka-verturin spurdi, hvat hon ætlar sær at brúka pengarnar til, var svarið: - Eg ætli at keypa mær ein bil fyrst.

Tá so verturin helt fyri, at hon saktans fór at fáa ein flottan bil fyri 550.000 krónur, var Margretha Lív Olsen skjót at svara, at hon ætlaði sær ikki at brúka allan vinningin upp á bilin.

- Nei, tað ætli eg mær ikki at gera, legði hon aftrat.

 

 

 

 

 

Myndin av Margrethu Lív Olsen, sum gjørdist hepni gekka-vinnarin í kvøld, er av hennara Facebook-síðu.