Margrethe Vestager verður ikki ES bossur

Tað verður ivaleyst ikki Margrethe Vestager, ið tekur yvir postin sum ovasti fyri ES kommissiónina.

Tað er greitt, eftir at ríkisleiðarar í ES í dag hava útnevnt týska verjumálaráðharran, Ursula von der Leyen, til postin.

Leingi varð annars gitað, at Margrethe Vestager, sum hevur stríðst við tøknirisar sum Google og Apple í starvinum sum ES kommisserur fyri kapping, fór at vera fyrsti kvinnuligi ovasti fyri ES kommissiónina, ið er at meta sum hægsti sessur í ES.

Áðrenn von der Leyen endaliga kann taka við í ES kommissiónini, skal tilnevningin tó góðkennast av ES tinginum.

Fleiri útlendskir miðlar skriva, at tingirnar um hvør skuldi tilnevnast, tóku fleiri dagar, men at enda gjørdist semja um von der Leyen.

Mette Frederiksen hevur tó sum danskur forsætisráðharri sitið við tingingarborðið fyri Danmark, og hon váttar fyri DR, at tey kundu kortini vera ótrúliga nøgd við støðuna, tí tað eydnaðist teimum at syrgja fyri, at Vestager fer at fáa annan at teimum báðum vara-sessunum til ES kommissiónina.