Maria Summers við Skipá prestvígd og innsett í starv í Vestmanna

Í morgun varð 28 ára gamla Maria Summers við Skipá prestvígd í dómkirkjuni í Havn, og í kvøld varð hon innsett sum prestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við bústaði í Vestmanna

Tað var Jógvan Fríðriksson, bispur, ið hevði prestavígsluna í dómkirkjuni. Flestu av prestunum í landinum vóru við umframt nógv onnur.  

Innsetanin var í Vestmanna kirkju í kvøld, og hana hevði Uni Næs, dómpróstur. Maria Summers við Skipá hevði prædikuna. Eftir innsetingargudstænastuna varð boðið til kalt borð í missiónshúsinum.

##med2##
##med3##

Maria Summers við Skipá hevur lisið gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon varð liðug í januar í ár, og í vár hevur hon verið á pastoralseminarium.

Maria Summers við Skipá verður prestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við bústaði í Vestmanna. Hon byrjar í starvinum 1. september.

##med4##
##med5##

Tríggjar kirkjur eru í prestagjaldinum, nevniliga tær í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði. Harumframt er røktarheim í Vestmanna og sambýli í Kollafirði, har prestur eisini skal virka. 

Í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi eru nú tveir prestar. Umframt Mariu Summers við Skipá, er Maria Jørðdal Niclasen prestur í prestagjaldinum. Hon býr í prestagarðinum í Kvívík.

##med6##

##ms##