Marita er nýggjur býarverkfrøðingur

Nýggi býarverkfrøðingurin í Runavíkar kommunu er útbúgvin maskinverkfrøðingur

Runavíkar kommuna setti á býráðsfundi 28. mai í ár verkfrøðingin Maritu Súsannu Hentze í starvið sum býarverkføðing. Tað vil siga sum leiðara á Teknisku deild og tekniska økinum hjá kommununi.

Nýggir býarverkfrøðingurin er 51 ára gomul, er útbúgvin maskinverkfrøðingur umframt at hava tikið ískoytisútbúgvingar og fleiri ymisk skeið.

Hon hevur fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan framleiðslu, ráðgeving og undirvísing. Seinastu sjey árini hevur hon starvast sum verkfrøðingur í aðrari kommunu og kennir tí væl til uppgávur og virksemi innan kommunala geiran.

Marita byrjar í starvinum í juli, veit Runavíkar kommuna at siga á heimasíðu síni.