Marius DC gevur EP út

So var hon er, fyrsta heildarútgávan hjá Marius DC, THE MZA EP, og við henni er føroyskt Hip Hop dagført

EP’in verður givin út digitalt, og um einar 2-3 vikur kemur hon eisini út á vinyl.

Á EP’ini eru løgini Drip Drop, 25/8 og 10 AM Freestyle, ið longu eru givin út sum stakløg, men eisini trý nýggj løg God Level, Woah og I.C.R.F.W.Y.

Løgini eru øll skrivað av 15 ára gamla argjamanninum Marius Dam Christophersen, uttan Woah, ið er skrivað av Jonas Langaard og Marius, og 10 AM Freestyle, ið er skrivaður av Mariusi, Jasmin Mote og Chris Melee.

Útgávan er tøk eitt nú Spotify, iTunes, Youtube og Soundcloud.

Per Ingvaldur Højgaard Petersen hevur framleitt útgávuna, Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur tikið sær av mastering. Tað er Tutl, ið gevur út.

Í sambandi við útgávuna er útgávukonsert í Perluni leygarkvøldið, Marius DC fer á pall klokkan 22, áðrenn og aftaná diska Yo Mamas Hip Hop.