Marius DC í samstarvi við Jasmin

Nýggjasta staklagið hjá Marius DC er eitt samstarv við Jasmin, ið syngur við á lagnum, og hevur verið við til at skriva tað.

Tey bæði hittust fyrstu ferð á FMA fyrr í ár, har Jasmin hevði eina framúr góða framførslu, og vann heiðurin sum besta songkvinna. Eftir at tey aftur hittust í sambandi við Sement finaluna, har Marius luttók og Jasmin var serligur gestur, kom hugskotið um eitt samstarv. Hetta gjørdist til veruleika, tá Marius føldi, at lagið 10 AM Freestyle tørvaði eitt niðurlag, ið breyt frá versunum. Jasmin skrivaði orð og melodi til niðurlagið, og nú er úrslitið av samstarvinum her.

Lagið 10 AM Freestyle er væl friðarligari enn fyrru stakløgini, og teksturin er sera persónligur.

Lagið er frá í morgin tøkt eitt nú á Spotify, iTunes, Youtube og Soundcloud.

Eins og fyrru løgini er tað Per Ingvaldur Højgaard Petersen hevur framleitt, Theodor Kapnas