Eftire 45 rættarfundir fekk Finansiel Stabilitet viðhald í málinum ímóti teimum trimum høvuðsmonnunum í Eik Banka.
Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður og Odd Bjellvåg, næstformaður, eru dømdir at endurgjalda 150 milliónir krónur.
Føroya Rættur hevur harvið givið Finansiel Stabiliteti viðhald eftir rættarmálið, sum hevur vart í 45 rættarfundir.
Teir tríggir skulu gjalda hvør sín triðing av endurgjaldinum – 50 milliónir í part.
Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri, sum eisini var ákærdur, er fríkendur fyri at rinda endurgjald.
Hóast hann var stjóri, so hevði hann ikki yvirskipaða ábyrgd av kreditviðgerðini og hevði heldu rikki tikið lut í ítøkiligu tiltøkunum, sum málið hevur snúð seg um, ger rætturin greitt.
Leiðslan í Eik Banka víst ikki nóg stóra umhugsan og nærlagni í sambandi við nøkur ítøkilig lán.
Bankin tók á seg hóttandi váða fyri tapi, men lat vera við at tryggja sær, at játtanirnar vóru nóg væl lagdar til rættis soleiðis, at váðin ikki var har.
Teir dømdu kunnu kæra dómin til Landsrættin.
/ritzau/