Marni fekk 37.500 skattafríar krónur

Hann gjørdi tvær royndir, og var nær við báðu ferðirnar - fyrst við gula leypin og síðan við hin bláa.

Sonurin, Álvur, var fjarritari hjá Marna Zachariasen (mynd) í Gekka-spælinum í kvøld.

Sonurin, Álvur, var fjarritari hjá Marna Zachariasen (mynd) í Gekka-spælinum í kvøld.

 

Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 2,7 miljónir krónur, og tað var Marni Zachariasen í Klaksvík, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum. Sonur hansara, Álvur Zachariasen, var fjarritari.

Marni Zachariasen valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 900.000 krónum í hvørjum leypi, sum sjálvandi hevði verið ein fantastiskur vinningur. Men, tíverri skuldi tað ikki ganga honum so væl.

Tómhentur gjørdist hann kortini ikki. 

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 62.500 krónur. - Vit prøva eina ferð aftrat, vóru boðini, sum fjarritarin fekk frá pápanum.

Í øðrum drátti steðgaði hjólið aftur á 12.500 krónum, sum faldað við trý gav honum 37.500 krónum. Hetta er eisini ein góður vinningur. - Jú, vit steðga her, segði Álvur Zachariasen, fjarritari, tá pápin hevði talað.

Soleiðis gjørdist vinningurin hjá Marna Zachariasen í Gekka-spælinum í kvøld 37.500 skattafríar krónur. Bæði í fyrsta og øðrum drátti var hann ógvuliga nær við leyparnar - fyrst hin gula og síðan hin bláa.

 

 

Sonurin, Álvur, var fjarritari hjá Marna Zachariasen (mynd) í Gekka-spælinum í kvøld.