Maskinmeistarafelagið boðar nú frá, at felagið stuðlar sjúkrarøktarfrøðingunum í sáttmálatrætuni við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
– Við hesum vil Maskinmeistarafelagið lýsa Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sín fulla stuðul í verkfallinum, skrivar Maskinmeistarafelagið í boðum til miðlarnar.
Maskinmeistarafelagið heitir á sáttmálapartarnar um at taka samráðingarnar uppaftur og at fáa eina virðiliga semju í lag.
Harumframt heitir Maskinmeistarafelagið á limir teirra um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.