Matiné í Havnar kirkju

Sangbólkur mMokkat úr Noregi hevur leygardagin matiné í Havnar kirkju. Í bólkinum eu 8 kvinnur, fýra av teimum eru yrkistónleikarar og hinar eru royndir kórsangarar. Tær hava sungið saman í 12 ár og bólkurin hevur heimstað í oynni Stord, sum liggur millum Bergen og Stavanger. Bólkurin hevur sungið nógv á norska Vestlandinum, hevur verið á tónleikarundferð í Norðurnoregi, Trondheim og Bergen. Tær hava eisini verið á turne Litauen.

Sangskráin er sera fjølbroytt: Renessansetónleikur, kirkjutónleikur av m.a. tónleikasmiðinum Kjersti Follesø, sum syngur við í ensemblinum, fólkatónleikur og verdsligur nútímans tónleikur og romantiskir sangir.

Kjersti Follesø skrivar nógvan tónleik. Bara tann síðsta mánaðin hevur bólkurinfleiri framført fleiri nýggj løg av henni og alt í alt hava tær frumframført yvir 20 verk av Follesø.

Bólkurin leggur dent á at framføra tónleik av kvinnuligum yrkjarum og tónleikarum.

Í sangbólkinum mMokkat syngja: Anne Guro  Korsvoll, Ingjerd Kannelønning Kolstad,  Maria Malmsten ( listarligur leiðari)  Kjersti Follesø ( tónasmiður) ,Britt Kristin Balchen,  Tone Heide,  Siw Vad Haraldsen og Herborg Tegle

 

Bólkurin er í Føroyum í fimm dagar og hevur verið í Løkshøll og matiné verður í Havnar kirkju leygardagin kl. 11.30 og í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin kl. 16.