Matmarknaður og annað virksemi skal vera í Bacalao-bygninginum

Bogi Andreasen, býráðslmur, hevur stórar ætlanir fyri gamla bygninginum

Nýtt lív skal í gamla Bacalao-bygningin á Vestaru Bryggju í Havn, har flakavirkið plagdi at vera fyri nøkrum árum síðani. Har hevur verið nakað av lívi í seinastu tíðina, men ætlanin er at skapa eitt serligt umhvørvi, har pláss er fyri ymsum sløgum av aktiviteti, sølumarknaði og tiltøkum.

Býráðið hevur roynt í fleiri ár at fáa fyritøkur at leiga seg inn í bygningin, men áhugin hevur verið lítil, tí bygningurin er at síggja til sum ótíðarhóskandi og í ringum standi. 

Men hetta ráa umhvørvið passar væl til onnur endamál, sum í størri mun hava brúk fyri einum taki og fýra veggum í staðin fyri modernaðum og poleraðum karmum. Í løtuni húsast fleiri í bygninginum - eitt nú eitt skateboard-felag og klintrarar, og so er har eisini eitt atelier til listafólk. Haraftrat halda ís-framleiðslan ÍS og grønmetisframleiðslan Næla eisini til har.

So sigast kann ikki annað enn, at bygningurin hóskar seg væl til íverksetarar og fólk, sum fáast við kreativar og fysiskar aktivitetir.

Men dreymurin og ætlanin hjá Boga Andreasen, býráðslimi í Havn, er, at virksemið í Bacalao skal fevna um enn meira. Hugskotið er, at har eisini skal vera okkurt slag av gøtumatmarknaði, sum minnir eitt sindur um tað, sum var á Papirøen í Keypmannahavn.

Í bygninginum er ein stórur gangur, sum kann brukast til ymiskt slag av marknaði við básum, har fólk kunnu koma framvið. Ætlanin er, at tað skal kunna bera til at hava vikuskiftismarknað her.

Býráðið hevur sambært Boga Andreasen fingið fleiri fyrispurningar frá fyritøkum og íverksetum, sum hava hugskot um virksemi og aktivitetir, sum passa væl til konseptið.

Í løtuni er Bogi Andreasen í holt við at kanna møguleikarnar, og hann vónar, at arbeiðið fer í gongd aftaná summarið. Fyrst eru tað nøkur ting, sum skulu fáast í rætt lag, eitt nú brunatrygdskrøv, og arbeitt verður samstundis við einari størri ætlan fyri bygningin og virksemið har.

– Veðrið í Føroyum er ikki so stabilt til útimarknað, og serliga ber illa til at gera størri tiltøk í vetrarhálvuni, har mann samlar nógv undir einum taki. So hetta er absolutt nakað, sum manglar í Føroyum. Hetta er ein ráur bygningur, sum mann kann brúka sum alternativ til størri útitiltøk og annað virksemi, so mann ikki verður generaður av ringum veðri, sigur Bogi Andreasen.