Tvey lík vórðu funnin í hesum niðurbrendu húsunum í Blåvand. Myndir: JV/ Morten Nielsen

Matstovueigarin í Blåvand er dripin

Mikukvøldið varð ein 19 ára gamal týskari handtikin og skuldsettur fyri dráp og eldáseting, men ungi maðurin noktar seg sekan.

 

 

Tvey lík vórðu funnin í hesum niðurbrendu húsunum í Blåvand. Myndir: JV/ Morten Nielsen

 

Áðrenn sólin reis týsdagin í hesi vikuni brendu eini hús í Blåvand í Danmark. Hetta var á adressuni, Bytoften 4. Í niðurbrendu húsunum vóru tvey lík. Løgreglan fór beinanvegin at kanna hús og leivdir sum ein brotsgerðarstað - at eldurin var eitt úrslit av einari brotsgerð.

Týsdagin og mikudagin vildi løgreglan ikki alment vátta, at tey, sum vórðu funnin deyð í húsunum, vóru fólkini, sum eisini búðu har, nevniliga eigararnir av restaurantini Perlan í Blåvand, Cai Lennart Henriksen (61) og Else Nielsen (85 år).

Mikukvøldið varð ein 19 ára gamal týskari handtikin og skuldsettur fyri dráp og eldáseting. Kanningar vístu nevniliga, at eigarin av restaurantini, Cai Lennart Henriksen, ikki var deyður av roykeitran, men av óteljandi sløgum í andlitið við onkrum luti.

Hinvegin vísti líkskurðurin, at makin hjá tí 61 ára gamla, Else Nielsen, var deyð av roykeitran. 

Hin 19 ára gamli týskarin, sum varð í grundlógaravhoyri í rættinum í Esbjerg fyrrapartin hósdagin, noktar seg sekan í skuldsetingunum um manndráp. Tá dómarin gjørdi av at varðhaldsfongslað mannin í tvær vikur, kærdi hann kortini ikki hesa avgerð.

Ungi maðurin varð avhoyrdur fyri afturlatnum hurðum, og tí vita danskir fjølmiðlar lítið at siga um, hvat er hent. Miðlarnir vita ikki, hvussu løgreglan metir, at eldurin er íkomin, ei heldur, um hin 19 ára gamli eisini er skuldsettur fyri tað, sum danir rópa "dødsbrand".

Tað var eftir áheitan frá ákæranum, Lars Viereck, at dómarin, Ole Petersen, gjørdi av, at grundlógaravhoyringin skuldi vera fyri afturlatnum hurðum. Hann segði, at hetta varð gjørt fyri víðari kanningarnar av málinum. 

Sambært skuldsetingunum er drápið av Cai Lennart Henriksen farið fram millum klokkan 00.07 og 03.11 náttina til týsdagin. Skuldsetti týskarin hevði tulk við sína lið undir grundlógaravhoyringini. Foreldur hansara og systur vóru hjástødd, og tey vóru øll ógvuliga ávirkaði av støðuni.

##med2##

Restaurantin Perlan í Blåvand hevur verið stongd síðan eldin, og á Facebook-síðuni hjá matstaðnum streyma fólk inn, sum sýna samkenslu við teimum báðum deyðu, Cai Lennart Henriksen og Else Nielsen.

Kelda: www.jv.dk

 

 

Tvey lík vórðu funnin í hesum niðurbrendu húsunum í Blåvand. Myndir: JV/ Morten Nielsen