Matstovur skulu kappast um atkomuvinarligheit

Megd hevur nú skrivað út kapping um matstovur í Føroyum, ið eru mest atkomuvinarligar, og frameftir skulu atkomuvinarligar matstovur kunna vísa hetta við einum merki á hurðini.

Allur juli mánaður er settur av til at vísa á týdningin í at hava atkomuviðurskiftini í lagi, og Megd heitir á fólk um at senda inn uppskot um matstovur, ið hava tikið atlit til atkomu og onnur viðurskifti.

– Fyri at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við í øllum lívsins viðurskiftum, skulu hóskandi tiltøk setast í verk. M.a. so, at fólk, ið bera brek, sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, sigur Megd um átakið.

Megd hevur stungið fýra atlit út í kortið, sum mett verða um, og tey eru góð atkoma, atkomulig vesi, ovurviðkvæmisvinarligur matur og parkering.

Ein bólkur er settur, sum saman við starvsnevndini hjá MEGD, metir um innkomnu uppskotini. 1. juli verða atkomuligu matstovurnar kunngjørdar, og tá fáa tær eina viðurkenning fyri góða atkomu og eitt merki á høvðusdyrnar, sum vísir, at hjá teimum er atkomuligt, og at øll eru vælkomin.