Mátti gevast at sigla fyri at ansa konuni

– Vit hava einki dagtilboð til fólk undir 67 ár við alzheimer demens í Eysturoynni, og tí var eg noyddur at koyra til Havnar, so at konan skuldi sleppa á dagtilhaldið í Skotarók. Nú búgva vit í kjallaraíbúð á Argjum í vikuni og eru so á Toftum um vikuskiftið, sigur Jens Jacob Olsen, sum fyri einum ári síðani upplivdi, at tann tá 62 ára gamla konan, Randi, fekk staðfest sjúkuna alzheimer demens

Tann nú 63 ára gamla Randi Olsen av Toftum er rakt av alzheimer sjúku. Hon er ein av teimum umleið 18 føroyingunum niðanfyri 67 ár, ið hava fingið hesa herviligu sjúkuna.

Fekk tilboð í Havn

Einki tilboð er til fólk við alzheimer sjúku undir 67 ár í Eysturoynni. Almannaverkið vísti tó til møguleikan at sleppa inn í Tórshavn, tí at har er eitt tilboð.

– Fólkini í Almannaverkinum vóru sera hjálpsom at fylla umsóknir út fyri okkum og annars at hjálpa á annan hátt. Eg fekk eisini at vita, at treytin fór at vera, at vit skuldu sjálvi skipa fart millum Toftir og Havnina hvønn dag. Vit hava søkt at fingið fart at koyra ímillum, men tað varð ikki játtað, sigur Jens Jacob Olsen.

Randi byrjaði í dagtilhaldinum í Skotarók í desember í fjør. Jens Jacob Olsen er sjómaður, og hann mátti gevast í arbeiðinum, so at hann kundi koyra konuna til Havnar. Hann avleverar hana klokkan hálvgum tíggju í Havn, og avheintar hana aftur umleið klokkan hálvgum fýra. Hann plagdi at bíða í Havn til seinnapartin. Hann var ofta hjá dóttrini, ið hevði orlov.

– Tilboðið í Skótarók er fantastiskt. Tey duga so væl við øllum brúkarunum, og Randi dámar sera væl at vera har. Tað keðiliga er bara, at hetta bindir meg so nógv, at eg fái ikki gjørt nakað annað, sigur Jens Jacob.

##med2##


Fluttu til Havnar

Øll koyringin varð tó ov nógv fyri Jens Jacob og Randi. Í mars fluttu tey til Argir, har tey nú eru mitt í viku, og um vikuskiftið fara tey so aftur inn á Toftir.

Hann vísir á, at teimum dámar best at vera á Toftum, men sum umstøðurnar eru, so passar tað betri at vera á Argjum mitt í viku. 

– Eg verði rættiliga argur, tá ið sagt verður, at tað eru ikki pengar til økið, men samstundis hoyra vit, at politikarar ferðast og ferðast uttanlands, og at pengar verða játtaðir til alt møguligt annað. Tað vísir seg altíð at vera pengar at ferðast fyri, men landið hevur nóg illa ráð at taka sær av teimum sjúku. Tað er ikki gott nokk, sigur Jens Jacob Olsen.


Lesið meira í vikuskiftissosialinum um støðuna hjá hjúnunum Randi og Jens Jacob Olsen og umstøðunum annars hjá teimum, ið eru rakt av alzheimer sjúkuni. Sosialurin fæst í sølubúðum kring landið.