Máttloysi ofta ein orsøk til høvuðpínu

Kanning vísir, at tað serliga eru trý sløg av tonkum, sum kunnu geva tær trupulleikar við pínu í ovastu hædd.

 

 

 

 

Longu teir gomlu grikkarnir og rómararnir høvdu gáað eftir, hvussu kensluborin strongd kann føra til høvuðpínu, og nú bendir nýggj gransking á, at ávísir tankar kunnu geva meira høvuðpínu enn aðrir.

Høvuðpína kann vera tekin um bæði lívfrøðiliga, fysiologiska og sálarliga ójavnvág. Tá kroppur og sál hanga so neyvt saman, kann tað vera trupult at siga, hvat er hønan, og hvat er eggið í hvørjum einstøkum føri – ella, hvat tað er, sum kemur fyrr, og hvat kemur seinni.

Tankar, sum føra til eina kenslu av máttloysi, eru ofta teir heilt stóru syndararnir, tá ræður um høvuðpínu. Kenslan av máttloysi hongur neyvt saman við, hvussu vit tulka ymiskar støður. Ella rættari: Hvørjar brillur, vit taka upp á okkum, tá vit hyggja at tí, sum hendir í okkara lívi.

Nú hevur nýggj gransking sett sjóneyku á, hvussu júst hesi tankamynstur kunnu vera ein viðvirkandi orsøk til høvuðpínu. Kanningin vísir, at tað serliga eru trý sløg av tonkum, sum kunnu geva trupulleikar við pínu í ovastu hædd.

Eitt er vanin at tulka støður sum óbroytiligar, vanin at generalisera - og so vanin við at ”persónalisera”.

Viðhvørt kunnu vit menniskju síggja keðiligar støður sum ”óbroytiligar”, hóast okkara logikkur sigur, at støðan bert er fyri eina tíð. Eitt nú kunnu vit hugsa keðiliga tankan, at ”mín høvuðspína heldur ongantíð uppat…” í staðin fyri at hugsa, at ”eg havi høvuðpínu beint nú…”

Generalisering snýr seg um hugburðin at síggja ”negativ ting í einari støðu” sum um, at hetta er galdandi fyri allar aðrar støður eisini. Eitt nú ”eg eri sjúkligur av náttúru…” í staðin fyri bara at siga, at ”eg havi høvuðpínu…”

Sjálvandi er tað týdningarmikið at taka ábyrgd av egnum gerðum og mistøkum, men viðhvørt fýlast vit at okkum sjálvum fyri ting, vit ikki hava ábyrgd av - ella bara hava ein part av ábyrgdini av. Hetta er tað, vit rópa ”personalisering”.

##med2##

Avleiðingin av negativum tankamynstri kann verða, at tankarnir fáa teg at føla teg máttleysan, og kenslan av hesum ger, at tú verður keddur, óður og óttafullur. Hetta eru júst slíkar kenslur, sum fáa vøddarnar í kroppinum at spenna seg, og tað kann elva til høvuðpínu.

Haraftrat kemur, at vit ikki duga serliga væl at taka hond um trupulleikan við eitt nú at strekkja út ella veita okkum sjálvum linna, tá vit frammanundan eru í einum tankamynstri, sum sigur, at ”tað er einki sum hjálpir…”

Kelda: www.helse.dk