Máttu gevast at arbeiða tí fólk fingu ikki sovið

Løgreglan fór upp í tá ið fólk ikki fingu náttarfrið

Í nátt mátti løgreglan upp í, tá ið havnarfólk ringdu at melda, at tey ikki fingu sovið fyri larmi av einum gróbáti, sum lá við bryggjuna undir gamla Bacalao á Vestaru Bryggju.

Talan var um ein bát, sum var komin til Føroya við gróti, og har varð arbeitt av fullari kraft fyri at lossa hann.

Í hesum sambandi stóð av grabbi á lastalúkuni og fylti upp í bilar, sum koyrdu í pendulfart hagar grótið skuldi.

Men klokkan eitt í nátt ringdu fólk til løgregluna, tí tey vildu hava náttarfrið.

Løgreglan sigur, at tey fóru á skipið at práta við skiparan, og tey fingu greitt honum frá halgidagslógini og politiviðtøkunum. Og úrslitið varð, at arbeiðið varð niðurlagt, og tað verður so tikið upp aftur seinnapartin í dag.

Annars tók løgreglan ein bilførara í Suðuroy í gjárkvøldið, og hann er nú skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning.