Tvær ferðir í nátt mátti løgreglan leggja upp í, tí fólk vóru farin til hendurs á skeinkistøðum í Havn. Í tí eina førinum vóru tað nakrar kvinnur, sum vóru farnar til hendurs og tað málið roynir løgreglan nú at fáa greiði á.
Í hinum førinum endaði tað við, at ein maður var sligin so hart, at hann hevur fingið álvarsligan skaða í andlitið og fór á skaðastovuna til viðgerar.
Løgreglan sigur, at gerningsmaðurin er tikin og roynt verður nú at fáa tað málið lýst út í æsir, áðrenn støða verður tikin til um tey fara at føra mannin fyri rættin við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan.