Matvøra ikki altíð goymd í røttum temperaturi

Heilsufrøðiliga starvstovan hevur gjørt eina frágreiðing um støðið av heilsufrøðiligu viðurskiftunum á føroyskum matstovum. Ein av trupulleikunum er, at matvøran ikki altíð verður goymd í røttum temperaturi

Í tíðarskeiðnum apríl – desembur 2018 framdu 5 eftirlitsfólk hjá Matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni (HFS) eitt átak, har ófráboðað eftirlit vóru framd á matstovum og kaffistovum í øllum Føroyum. Endamálið var at lýsa heilsufrøðiliga støðið á føroyskum matstovum og kaffistovum í 2018.

64 av 109 tilvildarliga valdum matstovum og kaffistovum vóru vitjaðar. 11 viðurskiftir vórðu eftirkannað á hvørjum staði. Viðurskiftini eru tey, ið vanliga verða eftirkannað í samband við eftirlit. Hesi viðurskiftir eru við til at tryggja tað heilsufrøðiliga støðið av matinum, ið annaðhvørt verður seldur ella givin til borgaran.

Viðurskiftini blivu mett á einum skala frá 1-3 (1=nøktandi, 2=manglar, 3=ikki nøktandi).

Tempetatururin ikki í lagi
Tað vísti seg, at tvey tey bestu viðurskiftini vóru burturkast og uppdeiling av heitum/kaldum/grovum mati. Tað vil siga, at her vóru viðurskiftini í lagi. Men tað var ikki í lagi hjá øllum matstovum við tveimum øðrum viðurskiftum, nevniliga temperaturi og uppfylging.

– Sum heild er heilsufrøðiliga støðið á matstovum og kaféum í Føroyum í 2018 rímiliga gott. Tó eru pláss fyri betringum, serliga í mun til at goyma vøru við røttum temperaturi – í mesta lagi 5°C fyri kølivørur og -18°C fyri frostvørur – og uppfylging frá eftirlitsvitjanum sum hava verið, skrivar Heilsufrøðiliga Starvstovan á heimasíðuni.

– Viðvíkjandi óløggildari vøru, var hendan ikki so ofta nýtt, men har hon var nýtt, var hon ikki merkt á rættan hátt. Okkara varhugi er, at nýtslan av óløggildaðari vøru er í vøksti, og er tað týdningarmikið, at vøran verður merkt á rættan hátt og verður goymd atskild frá løggildari vøru, skrivar Heilsufrøðiliga Starvstovan.

Sum heild í lagi

Úrslitini vísa, at matstovurnar og kaffistovurnar í Føroyum eru sum heild ílagi. Úrslitið fyri hvørt viðurskifti gevur eina mynd av, hvørji viðurskiftir á matstovum og kaffistovum eru nøktandi og ikki nøktandi. Myndugleikin fær við hesum átaki eina fatan av, hvar dentur serliga skal leggjast á, á framtíðar eftirlitum.

Fyrivarni skal takast fyri, at eitt eftirlit altíð er ein løtumynd. Eitt eftirlit tekur vanliga umleið ein tíma. Í mun til samlaðu tíðina, ein matstova er opin, er hetta ikki long tíð. Eisini skal vera sagt, at tað altíð er ábyrgdin hjá matstovuni og matvøruframleiðaranum, at viðurskiftini eru sambært teimum reglum sum eru á økinum, verður sagt í frágreiðingini.

Átakið er framt av fimm eftirlitsfólkum á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í tíðarskeiðnum apríl – desember 2018. Frágreiðingin er skrivað av Arna Petersen og Jacobu Rólantsdóttir Christensen, eftirlitsfólkum á matvørudeildini.