MC-Boogie verður leygardagin

- Eg vóni, at so mong sum gørligt kunnu koma við til MC-Boogie, sigur formaðurin í Føroya Ellisakførum.

 

 

 

Leygardagin 24. august - tað er í morgin - skipa Føroya Ellisakfør fyri MC-Boogie. Tiltakið er fyri øll, sum hava motorsúkklu og eru motorsúkkluáhugaði.

Formaðurin í Føroya Ellisakførum, Anders Berg, sigur, at møtt verður í felagshølunum Yviri við Strond í Havn klokkan 12, og koyrt verður stundisliga klokkan 13.

- Endamálið við MC-Boogie tiltakinum er at savna motorsúkklukoyrarar og motorsúkkluáhugaði til eitt felags tiltak.

Anders Berg sigur seg vóna, at so mong sum gjørligt kunnu koma við til MC-Boogie tiltakið í morgin.