M.C. og Eyðun Nolsøe saman á serstakari konsert

Skjótt verður eitt serstakt høvi at hoyra M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe spæla saman - og á somu konsert.

M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum.

M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum.

 

M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe, sum hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum, fara at hava felags konsert, har teir fara at spæla sangir hjá sær sjálvum og tulka sangir hjá hvørjum øðrum. Konsertin verður í Kongshøll í Havn leygarkvøldið hin 4. apríl klokkan 19.

M.C. Restorff hevur í fleiri áratíggju skrivað, innspælt og útgivið gospeltónleik, sum føroyingar hava tikið til sín. Sangir sum »Føroyingar«, »Heldur Akker Títt«, »Meistarans Hond« og »Náðin frá tær« eru nakrir av sangunum, sum fólk kenna frá útgávum hjá M.C. Restorff.

Eyðun Nolsøe hevur sum partur av Frændum og sum solistur skrivað og sungið nógvar landaplágur ­– eitt nú »Mítt Land«, »Hvítar Flykrur«, »Dansa« og »80’ini«.

- M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe hava verið virknir í hvør sínum tónleikaumhvørvi, men teir hava tað í felag, at teir eru góðir sangskrivarar, sum hava gjørt eina lang røð av sangperlum til føroyingar.

Í tíðindaskrivi í kvøld verður lagt aftrat, at nú verður so hetta sjáldsama høvi at hoyra M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe spæla saman - og á somu konsert.

M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum.