Stórur smeitur á Skála

Ein av lyklaspælarunum verður ikki við næsta stóra mánaðin

Burtursæð frá fyrsta og síðsta dystinum í landskappingini hevur tað higartil í ár gingið sum eftir ánni hjá skálamonnum.

Tíggju spælarar hava verið við í øllum seks landskappingardystunum. Ein av teimum er framrættaði síðuspælarin í høgru Edvin Jakobsen.

Nú er tað greitt, at Edvin verður ikki við sunnudagin, tá ið Skála verður gestur í Gundadali hjá HB, og Edvin verður ikki at síggja fleiri tær næstu ferðirnar.

Hann var ikki við í 5-1 steypasigrinum ímóti TB 2. páskadag, og i 2-1 tapinum á heimavølli skírisdag ímóti EB/Streymi var hann bara á vøllinum í ein lítlan tíma.

Dómaraseðilin sigur, at tað var í 57. minutti, at Edvin Jakobsen varð skiftur út. Orsaka av pínu í knænum noyddist hann av vøllinum. Nú er staðfest, at skaðin er so mikið álvarsligur, at tað verður neyðugt at halda steðg frá fótbóltinum í ein mánað ella kanska meiri enn tað.

Ímóti EB/Streymi var Andreas Egeberg Jacobsen avloysari, og ímóti TB var Ronni Møller-Iversen í høgru, meðan Janus Svabo Samuelsen var í 10ara leiklutinum, sum Ronni Møller-Iversen annars hevur verið í. Tað gekk væl hjá Janusi, sum skoraði tvey mál.

28 ára gamli Edvin Jakobsen hevur bara umboðað barndómsfelagið. Í fjør var hann á liðnum í 24 landskappingardystum á besta liðnum.