TIÐINDI     SOSIALURIN

Mugu tryggja eina so góða leiting sum gjørligt

Stjórin á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu eigur at vera ein nøgdur maður í hesum døgum. Hann hevur eftir stutta og væl valda tíð megnað at fáa eina spildurnýggja útbjóðing til at leita eftir olju og gassi á landgrunninum frá hondini, soleiðis at bæði oljufeløg og myndugleikar kunnu vera nøgdir. Tað týdningarmesta við útbjóðingini er at tryggja sær eina so góða leiting sum gjørligt. Og tað er hetta úrslitið av 2. útbjóðing skal endurspegla sigur maðurin, ið stendur á odda fyri oljufyrisitingini



2. útbjóðing

Á samkomu á Hotel Føroyum seinnapartin mánadagin vórðu sjey nýggj leitiloyvi handað tilsamans 8 oljufeløgum. Hetta eru aðru ferð í Føroya søgu, at slík loyvi at leita eftir olju og gassi á landgrunninum verða latin. Fyrru ferðina var í ár 2000. Hóast færri feløg buðu hesaferð, so má kortini sigast, at vónirnar til at finna olju í nýggju leitiøkjunum eru stórar. Ein av høvuðspersónunum til handanina av leitiloyvunum hesaferð var stjórin á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu. Hann hevur alla orsøk til at vera fegin. 2. útbjóðing kann sigast at vera hansara sveinastykki sum stjóri á Oljufyrisitingini. Og skulu vit ganga eftir úttalilsunum frá oljufeløgunum, so hevur nýggja andlitið í føroysku oljufyrisitingini klárað sína uppgávu til eitt ug. Lagt varð út við eini nominering, sum gav eitt sera áhugavert úrslit og endin var ein tillutan av loyvum, sum veruliga kann fáa oljuleitingina við Føroyar í gongd aftur. Vit hava spurt Sigurð í Jákupsstovu, hvussu hann sjálvur heldur tað hevur gingist við hesum arbeiðinum!
-Eg haldi, at tað hevur gingið væl við allari útbjóðingini. Vit fingu umsóknirnar 17. november og høvdu fund við feløgini frá fyrstu viku í desember og hava síðani havt eitt ávíst samskifti við feløgini. Longu fyri jól høvdu vit nøkunlunda greitt, hvar loyvini fóru at liggja. Og hetta endaði so við, at loyvini kundu latast 17. januar. So tað hevur stórt sæð gingið væl.

Sigurð í Jákupsstovu hevur eisini ta fatan, at feløgini eru nøgd. Tað var so ikki tann sama kappingin sum í fyrsta umfari. Hóast øll feløgini ikki hava fingið sín fyrsta prioritet, so hava tey øll fingið loyvi, og stórt sæð heldur hann, at øll feløgini eru nøgd.

Uppá fyrispurning hvør munurin er millum hesa og tí fyrstu útbjóðingina sigur Sigurð í Jákupsstovu, at loyvini nú fevna um eitt nógv størri øki. Øll loyvini eru eisini inni á basaltinum, meðan tey í fyrstu útbjóðingini vórðu fokuserað uppá landssynningshornið, har einki basalt er. Har varð leitað eftir leiðum, sum líktust oljukeldunum á bretska økinum.

Stjórin á Oljufyrisitingini viðgongur, at stóra oljufundið í bretskum øki hevur havt nakað av týdningi fyri útbjóðingina, tí nøkur av feløgunum hava havt kunnleika til fundið, men tað var so ikki alment kent, áðrenn rundan lat aftur.

Sigurð í Jákupsstovu er annars sera fegin um, at fleiri nýggj feløg eru komin inn á Føroyaøkið og sipar hann her til ChervonTexaco, OMV og Geysir. Tó ikki minst til ChevronTexaco, sum hevur sera drúgvar royndir á Atlantsmótinum, og tað at felagið hevur gjørt eitt fund hinumegin markið kann fáa týdning fyri føroyska økið.

Hóast sjálvt talið av oljufeløgum hevur verið avmarkað, so vísir stjórin á Oljufyristingini kortini á, at tað hava eisini verið feløg úti á síðulinjuni, sum fylgja væl við gongdini í Føroyum. ?Tey halda kanska, at økið sum nú er er ov lítið búgvið og ov nógv ?frontier?, men vit høvdu samband við fleiri feløg undir 2. útbjóðing, sum høvdu stóran áhuga. Um leitingin, sum fer fram komandi árini, fer at hava positiv úrslit við sær, so fer hon eisini at draga onnur feløg til.

Vit spurdu eisini Sigurð í Jákupsstovu, hvussu gongur við at tilrættaleggja teir fýra brunnarnar, sum eru eftir frá 1. útbjóðing og um nakað er um tosið, at hesir brunnar møguliga skulu flytast til onnur øki og entá fækka, um talan verður um nógv dýrari brunnar á basaltinum. Til tað sigur hann, at dialogur er í gongd. Feløgini tosa sínamillum um, hvørjir møguleikar eru at semjast um, og hvussu tey møguliga kunnu fara saman um eitt nýtt arbeiðsprogram í einum øðrum loyvi. Tað samskiftið fer fram í løtuni og er Oljufyrisitingin kunnað um tað.

Uppá fyrispurning um tað kann koma hartil, at brunnar verða fluttir inn á 9 ára loyvini sigur Sigurð í Jákupsstovu, at tey í fyrisitingini hava hugt eftir, hvat loyvini og lógin gevur møguleika fyri. Og tað tey eru komin fram til er, at kunnu tey semjast við oljufeløgini um at flyta ein brunn frá einum seks ára loyvi til eitt nýggju ára loyvi í 1. loyvisumfari, so er tað gjørligt. Tað er einki í lógini, sum forðar tí. Tað, sum man skal leggja seg eftir er, at vit skulu tryggja okkum, at vit fáa eina so góða leiting í Føroyum sum gjørligt leggur hann afturat.

Hóast fleiri feløg frá 1. útbjóðing ikki eru við í nýggja umfarinum, so heldur Sigurð í Jákupsstovu ikki, at tað nýtist at tulkast sum at tey hava mist áhugan fyri økinum. Sjálvandi vil tað vera okkurt felag, sum velur nýggjar og aðrar loysnir, men neyvan eru øll hesi feløgini á veg út úr økinum.

Sigurð í Jákupsstovu hevur verið leiðari á Oljufyristingini í gott og væl eitt hálvt ár. Hetta er so hansara fyrsta veruliga stóra uppgáva, og sum tað skilst, so hevur hann saman við sínum fólkum klárað hesa uppgávu væl. Vit spurdu hann, hvussu væl fyri Oljufyrisitingin er við fólki til at klára tær uppgávur, sum liggja fyri framman. Hann sigur, at tey sjálvandi ikki klárar nýggjar sparingar, men leggur tó aftrat, at manningin á tí kombineraðu Oljufyrisitingini og Jarðfrøðissavninum er góð og fult kvalifiserað at taka sær av teimum uppgávum, sum fyriliggja í løtuni. Tað er ikki neyðugt við fleiri fólkum sum nú er. Men kemur ein til eina støðu, har brunnar skulu borast ella framleiðsla kemur uppá tal, so er greitt, at brúk verður fyri fleiri fólkum.