Meira enn tvær milliónir millum tilboðini

Tað er øgiliga ymiskt hvat fyritøkur meta tað kostar at dagføra Eirargarð 14

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

Tað er ein øgiliga munur á hvat tær fýra fyritøkurnar, ið hava givið tilboð upp á umbyggingina og dagføringina av Eirargarði 14 a, meta, at tað kostar at fremja arbeiðið.

Landsverk hevur heitt á fyritøkur um at koma við einum tilboði upp á arbeiðið, ið fevnir millum annað um umbygging av køki, vesum, uppseting av ventilatión og dagføring av ljós- og gólvbúnaði.

Lægsta boðið átti sp/f JEP Smíð, ið metir seg kunna gera arbeiðið fyri 3.333.428 krónur uttan MVG. Tað er meira enn tvær milliónir krónur bíligari enn partafelagið J&K Petersen, ið bjóðar seg fram at gera arbeiðið fyri 5.572.786 krónur uttan MVG.

Tvær aðrar fyritøkur hava bjóðað upp á arbeiðið. Smápartafelagið Búsetur hevur eitt tilboð á 4.172.398 krónur uttan MVG, meðan smápartafelagið Eysturlon metir tað kann gerast fyri 3.907.251 krónur uttan MVG.

Landsverk upplýsir, at nú verður hugt gjøgnum innkomnu tilboðini, áðrenn støða verður tikið til hvør fær arbeiðið.

Mynd: Landsverk