Meira skipað valstríð á Glasi

Fleiri politiskir flokkar og valevni høvdu verið uppi á Glasi og hongt valplakatir upp á skúlaøkinum, men herfyri fingu teir boð um at taka tilfarið niður, tí at skúlin ynskir at hava eina meira skipaða tilgongd til valstríðið.

- Vit hava ikki nakra politiska promovering á skúlaøkinum. Orsøkin er, at vit halda, at tað er umráðandi, at vit eru politiskt óheft. Vit ynskja samstundis eisini at styrkja demokratiið við at hava valfundir. So verður tað ikki "først til mølle" hjá teimum ymsu politisku flokkunum, men allir sleppa at vera við, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.

Politisk promovering umfatar bæði plakatir og politisk valevni, ið koma inn á skúlaøkið at reka. Ístaðin hevur Glasir tikið avgerð um at skipa fyri tveimum pallborðsfundum

Annar fundurin hevur longu verið, meðan hin fundurin verður 27. august. Tað eru samfelagsfrøðilærararnir, ið skipa fyri fundunum. Á fyrra fundinum vóru evnini bústaðarmøguleikar og fosturtøka, og næmingarnir á Glasi høvdu sjálvir atkvøtt fyri, hvørji evni skuldu á skrá. Evnini fyri komandi pallborðsfundunum eru ikki avgjørd enn.

Fleiri valevni høvdu verið inni á økinum og sett plakatir upp, millum annað á lyktapelarnar kring skúlan, men tey valevnini fingu boð um at taka plakatirnar niður.

- Vit greiddu flokkunum frá, at teir kundu taka valtilfarið niður sjálvi, og um tað ikki varð tikið niður áðrenn týsmorgunin, so tóku vit tað niður, og so vóru tey vælkomin at koma eftir tí, sigur Bogi Bech Jensen.