Meira vindur í næstu viku

Næstu dagarnir bjóða skiftandi heystveður

Eftir gott veður í farnu viku – lítlan vind og fleiri turrar dagar – bjóðar komandi vikan meira illfýsið veður.

Danska veðurstovan DMI roknar við meira vindi, og tað verður eisini vátt partar av døgunum.

Mánadagin verður tað 10-15 m/s av eystri og landnyðringi, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Mánakvøldið 8-13 m/s av útnyðringi, í støðum upp í 15 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

Týsdagin 10-15 m/s av landnyðringi, um kvøldið 7-12 m/s. Skýggjað, sólglottar og ælaveður. Hitin um dagin millum 6 og 8 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.

Mikudagin verður 5-10 m/s av norði, út á kvøldið minni vindur. Skýggjað, sólglottar og ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttin niður ímóti frostmarkinum – lokalt 2 kuldastig.