Meiri hjálp til misbrúkarar og fólk við skerdum førleikum

Misbrúkarar, sum gista á Herberginum, skulu hava meiri hjálp, og fleiri skulu fáa eitt tilboð frá Dugna

Tey, sum halda til á Herberginum, skulu fáa betri sømdir, og Dugni skal eisini kunna hava arbeiðstilboð til fleiri fólk

Tey, sum halda til á Herberginum, skulu fáa betri sømdir, og Dugni skal eisini kunna hava arbeiðstilboð til fleiri fólk

Nú skulu teir misbrúkarar, sum gista á Herberginum hjá Frelsunarherinum á Dalavegnum í Havn, fáa meiri hjálp.

Herbergið hevur víst á, at summir misbrúkarar, sum gista hjá teimum har, eisini eru røktarkrevjandi

– Tørvur er á einum røktarheimi til hesi fólkini, men nú hava Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, funnið eina fyribils loysn, soleiðis at hesi fólkini eisini kunnu fáa røkt.

Tað ber í sær, at nú skal Herbergið fáa eina játtan til at seta starvsfólk til røktaruppgávuna, sigur landsstýriskvinnan í eini fráboðan.

Ætlanin er eisini at skipa eitt dagtilhald afturat til fólk undir 67 ár við demensi. Eitt slíkt tilhald er í Havn, so hetta verður uttan fyri Havnina, sigur hon, men hon sigur ikki hvar.

Somuleiðis fær Dugna eina eyka játtan, soleiðis, at fólk sum eru skerd av demensi ella alzheimer, eisini kunnu fáa eitt arbeiðstilboð frá Dugna.

– Alzheimerfelagið hevur víst á, at persónar, sum hava demens, og líknandi sjúkum, ofta hava torført við at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og at tað vanta arbeiðstilboð, sum hóska til tey, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Tey, sum halda til á Herberginum, skulu fáa betri sømdir, og Dugni skal eisini kunna hava arbeiðstilboð til fleiri fólk