Mentanardagar 2020 avlýstir

Fyrireikararnir harmast um hetta, men avgerð er tikin um at fylgja almennu tilmælunum

Mentanardagarnir í Fuglafirði, sum eftir ætlan skuldu vera 3.- 6. september, tíverri avlýstir. Teir verða aftur komandi ár 2.- 5. september 2021.

– Tó loyva vit dreymunum at liva og heita í hesum sambandi á fólk um at seta orð á sínar dreymar um Fuglafjørð, senda okkum teir og luttaka í dreymaframsýning okkara, sum vit seta upp í býarrúminum tá Mentanardagarnir annars skuldu verið. Framsýningin verður tikin niðuraftur áðrenn kommunuvalið í heyst, sigur Fuglafirðar kommuna.

– Les meira um dreymapanelið, vinningin og hvussu tú luttekur í dreymaframsýningini her. https://fuglafjordur.fo/dreymar/