Mentanardagar í Sundalagnum

Mentanardagarnir vera í Sundalagnum frá hósdagin 12. til leygardagin 21. september

Sunda kommuna bjóðar aftur í ár til Mentanardagar.

Bókmentir seta sín dám á vikuna í fleiri tiltøkum eitt nú í Náttúrulundini við Streymin, har forkunnug listaframsýning verður. Eisini til stóra morgunmatarborðið í Hósvík, tá ið børnini fáa høvi at hoyra Ingunn Christensen lesa upp úr barnabókum sínum.

Sunda kommuna er partur av ABC-fyri sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Við boðskapinum; Ver virkin, ver saman og ver hugbundin, vísir kommunan á, hvussu tað ber til at styrkja sálarligu heilsuna. Kommunan sigur, at mentanardagarnir eru gott høvi at koma út, vera saman og vera hugbundin um eitt hvørt.

Nógv ymiskt er á skránni, millum annað kelvarenning. Tað eru sundalagsfólk í renniskóm, sum skipa fyri kelvarenning. Runnið verður við einum kelvi frá hvørji bygd í kommununi til Streymin. Í hvørji bygd fær ein rennari handað eitt kelvi, har bygdarnavnið er rist.

Tað, sum er sermerkt fyri mentanardagarnar, er eisini, at tiltøk eru í øllum bygdum í kommununi.

Á Oyrabakka er framsýning av nýggja skúlanum, málningaframsýning og bamsurenning í náttúrulundini, í Saksun er Kingogudstænasta, í Hvalvík verður hugleitt um lærarar og skúlaskap, í Hósvík er brunsj og barnabókalestur, í nýggju høllini í Nesvík eru ókeypis konsertir, í Haldórsvík er myndaframsýning, og í Tørnuvík er stakksdagur og uppboðssøla av veðrum og høvundadagur, har til ber at hoyra høvundar lesa úr egnum verkum.

Nógv onnur tiltøk eru eisini á mentanardøgunum.