Bygdir við ymiskum sermerkjum

Í Runavíkar kommunu hava vit bæði stórar og smáar bygdir, sum hvør í sínum lagi hava síni sermerki.

Runavíkar kommuna fevnir heilt úr Æðuvík til Funnings - og úr Oyndarfirði til Skálar. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Runavíkar kommuna fevnir heilt úr Æðuvík til Funnings - og úr Oyndarfirði til Skálar. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Runavíkar kommuna fevnir heilt úr Æðuvík til Funnings - ella vit kunnu siga heilt úr Oyndarfirði til Skálar.

 

Æðuvík er jólabygdin, og her er gott kampingpláss. Rituvíkin hevur skúla, sum í dag er karmur um dagrøktina í bygdini, og á Rituvíkarhálsi er ymiskt vinnulív.

 

Runavíkin hevur Bylgjuna við nýggjari fimleikarhøll og dagførdari ítróttarhøll. Her er nýggjur skúli við Løkin, Løkshøll og stórt og virkið bókasavn. Í Runavík er røktar-og ellisheim, nýggjur stovnur til børn og ung við fjølbreki og matstovuvirksemi, og her er eisini smiðjuídnaður.

 

Í Saltangará er ríkt handilslív og matstovuvirksemi, og her er eisini vinna niðri á havnalagnum. Runavíkar havn er eitt livandi umhvørvi við skipaferðslu inn og út, og her er fiskaframleiðsla.

 

Á Glyvrum er handilslív, stórt laksavirki, og her er skúli, kappróðrarneyst, bátafelagshús og fornminnissavn. Á Lambareiði hava Runavíkar kommuna og Landsverk virksemi, og her er eisini bilverkstaður. Á Lambavík er aling, á Hústoft grótbrot, og á Glyvradali er smoltstøð.

 

Í Søldarfirðri er skúli, sum verður brúktur til ymiskt frítíðarvirksemi, her er dagstovnur, ymiskt vinnuvirksemi, og her er oljugoymsla.

 

Fara vit inn í Skálafjørð er tænastustøð, og her er eisini Keldan við frískúla.

 

Skála hevur skipasmiðju og ymiskt annað vinnuvirksemi. Her er eitt nú ítróttarhøll, fótbóltsvøllur, nýggjur dagstovnur, og her er eldrasambýli.

 

Í Funningsfirði er plattavirki og aling, og í náttúruperluni Elduvík er kampingpláss. Í Funningi - á vestara armi á Funningsfirði - er ikki nakað vinnuvirksemi, men her er náttúruvakurt og friðsælt.

 

Fara vit til seinastu bygdina í Runavíkar kommunu - Oyndarfjørð - er her bæði aling og fiskavirkisvinna í bygdini, eins og her er skúli. Í fleiri bygdum í Runavíkar kommunu er kirkja og/ ella samkomuhús.

 

Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús seinnapartin í dag, er serblað um Runavíkar kommunu.