Mentanarvikan í Runavík útsett til í mai

Runavíkar kommuna boðar frá, at árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu er útsett til mai

Vanliga verður mentanarvikan skipað sum eitt stórt vártiltak, men nú almennu tilráðingarnar frá heilsumyndugleikunum eru, at tiltøkini, sum vóru sett í verk fyri at tálma og basa koronasóttini, verða galdandi til eftir páskir, er avgerð tikin um at útseta mentanarvikuna.

– Vit royna í mest møguligan mun at sleppa undan av avlýsa mentanartiltøk”, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

– Kommunan hevur framvegis eina vón og eina ætlan um, at mentanarvikan verður hildin sum eitt vártiltak, sigur hann.

Tískil verður mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett at verða í døgunum fra 10.- 17. mai.

Mentanarvikan verður sett sunnudagin 10. mai í Skótahúsinum við Løkin. Verður tað mett at vera neyðugt samsvarandi broyttum fyritreytum og tilmælum frá heilsumyndugleikunum, verður ætlanin við mentanarvikuni 2020 viðgjørd av nýggjum, og fráboðan um eina aðra dagfesting kunngjørd.