Mín meining um alfabetið

Talumál og skriftmál eru ein viðbrekin symbiosa

Kári M. Mortensen
---

Øll munnu vita, at talumálið kom áðrenn skriftmálið, og at talumálið burturav er týdn­ingarmesta amboðið hjá hvørjum einstøkum av okk­um at samskifta við. Vit vita eisini, at skriftmálið hevur ómetaliga stóran týdning. Tað er sjálvt grundarlagið undir okkara framkomnu civilisatión. Í Føroyum...